2026-10-06 07:54
Ein maður mátti flytast á landssjúkrahúsið til kanningar eftir eitt ferðsluóhapp á Oyndarfjarðarvegnum í gjár.
Tað var um middagsleitið, at boðini komu um at ein persónbilur á veg til Oyndarfjarðar var farin útav í tí næsta svinginum oman móti Oyndarfirði.
Bilurin fór rættiliga illa, verður sagt. Bilførarin var einsamallur í bilinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald