Innanlands

Hart plast í Grandiosa pitsum

Eitt slag av pitsum, sum er selt í føroyskum handlum, verður afturkallað.

(Mynd: Heilsufrøðiliga starvsstovan)

(Mynd: Heilsufrøðiliga starvsstovan)

2026-10-05 10:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eitt slag av pitsum, sum er selt í føroyskum handlum, verður nú afturkallað.

Tað er Orkla Foods Norge, sum afturkallar Grandiose Original, tí vandi er fyri, at hart plast kann vera í pitsuni.

Talan er um pitsur, sum eru best fyri 3. apríl 2027, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.

Tær eiga at verða beindar burtur ella latnar innaftur í handilin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder